Dumpaðu aftur í PISA

Úrslitið av Pisa-kanningini er eitt spark til føroyska fólkaskúlan. Hóast úrslitið var frægari enn í kanningini av 9. floks næmingunum fyri trimum árum síðan, liggja vit langt aftan fyri hini Norðurlondini og í niðasta triðinginum av øllum londum í kanningini

Føroyski fólkaskúlin er ov vánaligur. Tað kann staðfestast út frá úrslitunum av PISA-kanningini, sum gjørd varð í fjør av kunnleikanum hjá 9. floksnæmingunum. Úrslitini vórðu kunngjørd í gjár.
Kanningin hesa ferð legði høvuðsdent á lesing, at duga at lesa tulka og fáa burturúr.
Hesa ferð luttóku 66 lond í kanningini og so Føroyar í samstarvi við Danmark.
Luttøkan millum føroysku næmingarnar var stór, út við 95 prosent.
Føroysku úrslitini eru ikki nakað at reypa av. Vit liggja langt aftan fyri øll hini Norðurlondini og á støði sum eitt nú Bulgaria, Dubai og Serbia.
Meira enn en triðingur av næmingunum dugdi so illa at lesa, at tey ikki eru før fyri at útbúgva seg víðari ella at røkja mong vanlig størv.

Genturnar fremri
Kanningin vísir, at genturnar duga væl betur enn dreingirnir at lesa, men dreingirnar standa seg betur í støddfrøði og náttúruvísindum.
Viðmerkjast kann her, at onkur lærari hevur alment sagt, at fólkaskúlin er ein gentuskúli.
Áhugin fyri at lesa til stuttleikar er lítil millum føroyskar næmingar, og serliga illa tíma dreingirnir at lesa.
Greitt samband er millum, hvussu væl næmingarnir duga, og útbúgvingarstøðið hjá foreldrunum. Samband er eisini millum tal av bókum heima og lesiførleikan hjá næmingunum. Jú fleiri bøkur foreldrini eiga, jú betur duga næmingarnir at lesa.
Eitt áhugavert úrslit er, at dreingir, sum hava foreldur við høgari útbúgving, duga næstan líka væl sum genturnar at lesa, og teir duga betur enn genturnar í støddfrøði og náttúruvísindi. Í støddfrøði koma teir heilt upp ígjøgnum.

Pengar eru ikki alt
Einki samband tykist vera millum, hvussu nógvan pening samfelagið brúkar til skúlaverkið og úrslitið. Føroyar brúka næstan somu upphædd til hvønn næming sum Danmark, men Korea, sum stóð seg best í PISA-kanningini, játtar nógv minni av peningi til skúlaverkið.
Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna segði, tá ið hon kunnjørdi úrslitini, at tað rætta er, at næmingar læra at lesa, tá ið teir hava gingið tvey ár í skúla.
Fleiri skúlastjórar hava viðmerkt, at tað eru ov fáir lærarar við førleika í náttúruvísindum. Fleiri halda eisini skúlarnar vera ov illa útgjørdar við tólum til undirvísingina í náttúruvísindum.
Trot er eisini á lærarum í støddfrøði.
Sum Helena Dam á Neystabø nevndi undir framløguni, er tað ein farin tíð, at ein lærari skal kunna duga alt og undirvísa í øllum lærugreinum. Málið má tí vera størri skúlaeindir.

Vánaligt tilfar og ófriður
Helvtin av skúlastjórunum hava viðmerkt, at undirvísingartilfarið í føroyskum og í støddfrøði ikki er nóg gott.
Skúlastjórar nevna eisini skulk sum eina forðing, meira enn helvtin nevna ófrið sum forðing fyri góðari undirvísing, og teir gremja seg um vantandi virðing fyri lærarunum.
Trot er á stuðulsfólkum í skúlanum, og meira enn triði hvør skúlastjóri heldur, at næmingarnir ikki verða eggjaðir at røkka so langt, sum teir hava gávur til. Fleiri nevna happing sum eina forðing.
Helena Dam á Neystabø kundi hugsað sær, at onkur fór at granska í, hví føroyskir næmingar duga so illa at lesa. At lesa er lykilin til alt annað.

Foreldur svíkja
Ein miðvís lesiætlan fyri yngru flokkarnar hevði eisini komið væl við.
Landsstýriskvinnan kom eisini inn á, at meira má krevjast av foreldrunum, og hon kundi hugsað sær ein sáttmála millum skúla og foreldur, so foreldrini gjørdu meira við at lesa saman við børnum sínum og eggja teimum til at nema sær vitan.