- Duldu sosialu normarnir kúga okkum framvegis

Sendingin MÍTT ARBEIÐSLÍV:

- Tað er eingin ivi um, at teir fjaldu normarnir í samfelagnum framvegis seta okkum kvinnur í eitt heldur fordómsfult ljós, sigur Siri Sørensen, blaðstjóri á Kvinnu.

 

 

Kvinnurørslan verður mangan løgd undir at hoyra fortíðini til. Stríðið er vunnið, og fullkomin javnstøða er í Føroyum, siga summi. - Men tað er eingin ivi um, at teir fjaldu normarnir í samfelagnum framvegis seta okkum kvinnur í eitt heldur fordómsfult ljós, sigur Siri Sørensen, blaðstjóri á Kvinnu.

 

 

Í hugnaligu skrivstovuni á Niels Finsensgøtu í miðbýnum í Havn, situr 34 ára gamla Siri Sørensen umgird av teimum mongu Kvinnu bløðunum, sum hon hevur staðið á odda fyri seinastu árini. Litríki blaðstjórin er ein kvinna við stóra K, og er ógvuliga tilvitað um, at hennara kvinnuligheit er ein styrki og ikki ein veikleiki. Við einum kaffikoppi hugleiðir blaðstjórin um hvussu javnstøðurørøslan er fyri í dag.

 

- Tíverri haldi eg ikki, at kvinnurørslan í Føroyum stendur sterk í dag. Tað krevur, at nýggjar kvinnur koma til og yvirtaka stríðið, sigur Siri Sørensen, sum uttan iva brennur fyri júst kvinnurættindum.

 

Men er javnstøðustríðið ikki ein farin tíð? Nei, ikki um tú spyrt Siri Sørensen.

 

- Tað er eingin ivi um, at vit enn hava nakað at berjast fyri, sigur Siri Sørensen. 

 

 

Hoyr sendingina Mítt Arbeiðslív frá í gjár við at trýsta á pílin undir myndini. Hvønn mánadag verður sendingin Mítt Arbeiðslív at hoyra á Rás2.