Dugni á Kambsdali setir fokus á endurnýtslu

Hin 1. juni skipar Dugni á Kambsdali fyri almennum marknaðardegi

- Tað er ein sannroynd, at tað er “trend” í dag at verða við upp á endurnýtslu. Soleiðis er eisini hjá okkum, tó at Dugni er eitt arbeiðsskapandi stað fyri fólk við skerdum førleika.
Tað sigur Torgerð Hansen, dagligur leiðari á Dugna á Kambsdali.
- Tað skerst ikki burtur, at Dugni eisini er ímyndin av endurnýtslu við øllum sínum mongu tilboðum. Vit hava endurnýtsluhandil, har eitt nú møblar vera settir í stand og seldur. Vit hava samstarv við IRF, har vit taka sundur teldur og skilja og mangt annað.
Torgerð Hansen vísir á, at hetta er bara nakað av tí, sum Dugni stendur fyri í sínum dagliga virksemi á endurnýtsluøkinum.
- Nú lata vit dyrnar upp hjá Dugna við einum fjølbroyttum degi, bæði fyri ung og gomul.
Torgerð sigur, at í framleiðsluhøllini hjá Dugna stilla seljarar út ymiskt innan endurnýtslu.
- Talan er bæði um klæðir, brúkslutir, smúkkir og mangt annað. Eisini eru seljarar, sum hava heimavirkað hondarbeiðið, og her er ein bóndakona, sum selur vælumtóktan heimagjørdan ost.
Torgerð sigur, at í sambandi við marknaðardagin hava tey á hvørjum ári gjørt eina nýggja framleiðslu.
- Í ár hava vit framleitt vælumtóktu og nútímans tallerkarekkirnar, ið eins væl kunnu brúkast til bókahyll.
Dagligi leiðarin vísir á, at matstovnan hjá Dugna selir heimabakstur, eitt nú pylsubreyð, bollar og góðu gomlu føroysku lagkøkuna við sviskum og budingi og aðrar góðar køkur.
Tá tiltakið verður á Dugna, verður eisini fiskibrunnur til børnini.
- Dagurin verður almennur, og vit vóna, at undirtøkan verður góð, sigur Torgerð Hansen, dagligur leiðari hjá Dugna.