Ódugnaligur fakfelagsleiðari ella villleidd tíðindafólk

Kim Hansen
Keypmannahavn

Flestu búskaparfrøðingar er samdir um at fiskimannaskattaavslátturin er skaðiligur fyri føroyska búskapin og harvið okkara vælferð. Ein av teimum segði í summar, at hesin avsláttur gagnar ódugnaligum fakfelagsleiðarum. Eitt dømi er formaðurin í Fiskimannafelagnum, ið sleppur undan at stríðast við rætta mótpartin.
Hyggur ein at sáttmálanum hjá fiskimonnunum, so er hettar ein sáttmáli, ið hoyrir slupptíðini til. Vánaliga pensjón, sammett við aðrar arbeiðsbólkar. Løntir við býtisprosenti, ið best gagnar reiðarunum. Kunnu verða kravdir at verða burtur í 4 mánaðir ella longur, alt eftir hvat reiðarin finnur fyri gott. Eiga tímaløn fyri ymiskt arbeiði tá teir eru burtur, men seinast eg visti, fingu fleiri teirra ikki hesa løn, við vælsignilsi frá Fiskimannafelagsformanninum.
Fleiri onnur dømir eru helst eisini, og verður sammett við grannalond okkara, so er ongin ivi um at Fiskimannafelagsformaðurin hevur sovið í fleiri ár. Reiðarar hava lætt spæl, og fiskimaðurin verður snýttur. Hettar letur seg gera, tí politikkarin velur at geva skattalætta til fiskimannin. Ein kann síðan spyrja seg sjálvan, um hesin formaður hevur uppiborið slíkt rós, hann fær í oddagreinini hjá Sosialinum 26. aug. 2004, fyri at stríðast ímóti skeivum mótparti.
Nógv bleiv fyrr í ár sagt um fiskimannaskattaavslátturin, m.a. var sagt, at hann ávirkaði vøksturin á lønarlagnum. Hettar bleiv afturvíst av Fiskimannafelagsformanninum. Hann slapp við at siga, at býtisprosentið var voksið síðan skattaavslátturin kom. Ikki eitt tíðindafólk fór út og kannaði, um hesin vøkstur var stórur ella lítil. Kann nevna at býtisprosentið fyri rækjubátarnar var 28% fyri 12 árum síðani, tá eg var við rækjubáti, og í dag er tað 27%. Er tað tí rækjuflotin er í kreppu í dag?
Høvdu tíðindafólk verið líka røsk til at eftirkanna pástandir hjá Fiskimannafelagsformanninum, sum at róst honum, so var kjakið um skattaavslátturin helst komið longur enn um øvund inná fiskimannin. Ístaðin fyri at brúka fornemmasta pláss í Sosialinum til at rósa Fiskimannafelagsformanninum, fyri at berjast ímóti TV2, um ósannindir um fiskimannaskattaavslátturin, skuldi Sosialurin heldur valt at lýst málið, og tað sum hevur veruliga týdning: Hvørjum gagnar skattaavslátturin til fiskimenn? Gagnar hann vinnuni, okkara búskapi, okkara vælferð? Og eru nøkur skaðilig árin?