Dugnaligu føroyingarnir

Ein teldupostur kom buldrandi í postkassan hjá mær ein dagin. Tað vísti seg, at eg hevði stavað eitt orð skeivt á portalinum.
»Eitt gott dømi um, at tú/tit ikki duga at stava!!! Tykkara vánaligi portalur skuldi farið á skeið í stavseting, og tað skjótt eisini!!«, varð skrivað. Viðkomandi segði ikki so frægt, hvat orð var skeivt stavað.
Jú, takk – men hvat er endamálið við teldu­postinum?, hevði eg hug at spyrja viðkomandi.
Hetta er ikki eitt eindømi. Hvønn ger­andis­dag skræða óræddir føroyingar seg við eins tápuligum viðmerkingum á portalinum og kjaksíðum.
Eg visti, at fjølmiðlastarvið er nógv útsett. Fleiri liva fyri at leggja eftir fjølmiðlunum og hava lítið annað at brúka sína tíð til enn at gera vart við mistøk. Hvønn dag fáa vit at vita, at vit gera eitt vánaligt arbeiði og duga ikki okkara arbeiði.
Tit eru vælkomin. Eg hugsi, at tað er ein partur av okkara menning.
Men flestu viðmerkingar eru á so lágum støði og so tápuligar, at tað er ikki vert at hugsa meira um.
Eg veit fullvæl, at eg traðki við síðuna av og geri mistøk. Og eg eri glaður fyri, at fólk siga frá. Men ofta er tað so tápuligt og arrogant, at eg tími ikki at hugsa meira um tað.
Tað er ikki undarligt, at journalistar eru nógv útsettir.
Tá eg tendri útvarpið klokkan 12.20, veit eg akkurát, hvat Høgni Djurhuus hevur gjørt, síðan hann kom til arbeiðis.
Tá eg trýsti meg inn á Vágaportalin, síggi eg, hvussu arbeiðsdagurin hjá Ólavi í Beiti hevur háttað seg.
Tá eg tveiti meg á sofuna klokkan 19.00, fái eg staðfest, hvat Grækaris Djurhuus Magnussen hevur gjørt seinastu tímarnar.
Hvønn dag.
Tey vísa mær, hvat tey hava fingið burtur úr arbeiðsdegnum. So kann eg gera av, um eg haldi tað er nøktandi ella ikki. Journalistar eru fyri so vítt til próvtøku hvønn dag – í før­oyskum máli og journalistiskum handverki.
Slíkt dagligt eftirlit havi eg ikki við fólka­skúlalærarunum, skiparunum, starvs­fólkunum á almennu miðfyrisitingini og øðrum klókum akademiskum høvdum.
Hyggið rundan um tykkum. Tað eru bara journalistarnir, sum eru verdir at fleingja.
Hví ikki koma við stimbrandi viðmerkingum, sum onnur kunnu brúka til nakað, heldur enn at rópa hart um einki? Hví ikki lyfta í felag? Nær eru flestu føroyingar blivnir so dugnaligir, at teir kunnu traðka onnur niður, sum tað passar teimum?
Hví bara síggja flísina í eygunum á øðrum, men ikki vera varugur við bjálkan í sínum egna eyga?