Nógv fólk ilskast, tá tey lesa ummæli hjá Carl Johan Jensen. Og tað skilji eg væl. Tí hóast hann dugir sítt handverk og kennir føroyskar bókmentir sum fáur, so fer Carli fer stundum um mark í sínum kritikki. Í staðin fyri at ummæla bøkurnar, ger hann gjøldur burtur úr teimum, og spottar tey, sum skrivað hava. Hann nýtir bøkur, ið hann heldur vera vánaligar, sum íblástur til skemt og satiru.
Men nógv av teimum, ið skelda um hesi ummæli, gera eitt mistak: Í staðin fyri at viðgera ummælini (ella skriva eitt betri ummæli sjálv!) royna tey at siga, at tað er Carli, sum ikki dugir at skriva! Tey tykjast halda, at hetta er ein uppreisn hjá teimum, sum Carli hevur spottað.
Eftir at eitt av teimum meira bondsku ummælunum hjá Carli varð prentað í vikuni, skrivar Hanus Kamban t.d. soleiðis: ”Carl Johan er ikki vaksin upp við natúrligum kunnleika til føroyskt mál. Hann hevur lisið sær eitt eiti av málsligari vitan til. Av somu grund hatar hann allar føroyingar, sum hava fingið móðurmálið í vøggugávu. Hann eigur ongan natúrligan, føroyskan tjóðskap og er av somu orsøk – sum rótleys fólk vanliga eru – nationalistur og fundamentalistur.” ?Hvat mundi Hanus sagt, um onkur av teimum, hann nevnir ”nationalistar” hevði sagt soleiðis um t.d. Hanus? Eg giti, at hesi orð høvdu verið Hanusi prógv um, at viðkomandi var ein ógvuliga fundamentalistiskur nationalistur. Men í síni vreiði dugir Hanus ikki at síggja, hvønn hugsjónarligan bás, hann setir seg sjálvan í.
Hanus sigur eisini Carli vera fullan av undirlutakenslum. Og seinni sigur hann, at Carli bara hevur ”lisið sær eitt eiti av málsligari vitan til”.
Um Hanus hevur lisið Ó, so veit hann, at tá tað snýr seg um at skriva føroyskt, so er eingin núlivandi føroyingur, ið kann sammetast við Carli. Samstundis sum Ó er ein kollveltandi málslig nýskapan, stendur hon øll, sum hon er, á fornari málsligari grund. Bókin er ein málsligur dýrgripur.
Sjálv skaldsøgan kann vera tung at lesa, men hon er so nýskapandi, gløgg, serstøk og merkilig, at Føroyar við hesi bók fyri fyrstu ferð í sera mong ár munnu hava veruligan møguleika at vinna Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins.
Hanus man vita, at Føroyar ikki eiga nakran annan høvund enn Carli, ið kann vinna okkum henda heiður. Og tí avdúkar hann kanska eisini seg sjálvan, tá hann tosar um undirlutakenslur.
At enda: Eg skilji sera væl, at fólk stundum verða rasandi, tá tey lesa ummælini hjá Carli. Men vælsignaði øsið tykkum so inn á sjálv ummælini! At geva vreiðini ljóð við at siga at Carli ikki dugir at skriva føroyskt, er ógvuliga býttisligt. Og tað rakar tykkum sjálv. Tað svarar til at ein, sum var illur við Vígdis, í síni vreiði rópti, at Vígdis ikki dugir at dansa.
Vígdis dugir at dansa. Lena dugir at syngja. Helgi dugir at telva. Og Carli dugir at skriva.
Gleðilig jól!