Duathlon
Tað hevur annars ofta verið so, at Gunnar hevur sett flestu mótstøðumenninar av, tá farið verður upp á hjólhestin. Men tann trumfin átti hann ikki leygardagin. Í duathlon verður kappast í tveimum av trimum triathlon-greinum, og hesa ferð var tað so súkklingin, sum ikki var við. Luttakararnir skuldu fyrst svimja 750 metrar, áðrenn teir runnu 6 kilometrar.
Gunnar var skjótasti maðurin í hylinum, men tann fyrimunin misti hann tó skjótt. Evald, sum var í hølunum á honum, var skjótari at skifta, og tí var tað hann, sum átti munin, tá renningin byrjaði. Her var tó skjótt, at Gunnar fekk hann aftur, og so helt stinni súkklarin annars ferðini.
Evald megnaði heldur ikki at halda Andrass Joensen aftan fyri seg í renningini, og gjørdist endaliga støðan millum teir tríggjar fremstu, at Gunnar vann í tíðini 39,57 minuttir. Andrass varð næstur við 41,13, og á triða plássinum kom so Evald. Hann hevði tíðina, 43,25.
Kappingin leygardagin var partur av longu tíðarætlanini, sum Føroya Triathlonfelag hevur lagt við atliti til oyggjelikirnar á Rhodos um hálvtannað ár.
Fram til tá verður skipað fyri í minsta lagi einari kapping um mánaðin, og er hetta eisini partur av herdu krøvunum, sum nú verða sett íðkarunum. Frá oyggjleikanevndini eru fylgjandi krøv sett teimum, sum ætla sær at taka lut í kappingini. Íðkarin skal hava roynt seg í triathlon í í minsta lagi eitt ár, og skal viðkomandi eisini hava verið við í kappingum alt seinasta árið undan leikunum. Hartil er krav, at tey íðkandi kunnu leggja fram fullfíggjaða venjingardagbólk, eins og krav kann verða sett fram um veruligar kravtíðir, um hetta vísir seg at verða neyðugt.










