Dugdu ikki at siga Sissal

Tað var ein av lívsins tilvildum, sum gjørdi, at Sissal Kj. Kristiansen nú marknaðarførir sínar vørur undir heitinum, Shisa Brand.

Orsøkin til hetta skal finnast í Japan, har Sissal var AFS-næmingur eitt skúlaár.

- Hjá teimum var mest sum ógjørligt at siga Sissal, og tí varð eg bara rópt Shisa. Hetta hevur so bara hingið við, og eitt nú brúkti eg eisini heitið, tá undir lesnaðinum í Danmark hevði onkrar uppgávur at gera.

- Tá eg so byrjaði at selja mínar vørur, var ikki annað enn náttúrligt, at aftur brúkti heitið. Tá var tað so bara Shisa. Men Niels Arge Galán, sum eg starvaðist við á Sendistovuni hjálpti mær at gera búmerki, og hann fann so eisini uppá, at vit skuldu skoyta “Brand” upp í navnið. At tað so eisini skapar eitt orðaspæl upp ímóti “She’s a brand” ger tað heldur ikki verri, sigur Sissal.