Duff álvarsliga skaddur

Damien Duff kann kallast ein óheppin maður. Hann hevur ferð eftir ferð verið skaddur, og hevur tískil ikki megnað at fingið veruliga gjøgnumbrotið í Newcastle, har hann kom til frá Chelsea síðsta summar. Hesuferð er tað fótliðurin, ið heldur írska landsliðsleikaranum frá fótbóltinum. Hann varð lagdur undir skurð fyri trimum vikum síðan, og úrslit vísa nú, at hann má halda seg frá fótbóltinum komandi hálva árið. Uppvenjingin kann tó byrja áðrenn, um alt gongur eftir vild.

 

Langtíðarskaðin hjá Duff fellir ikki í bestu jørð hjá nýggja venjaranum í Newcastle, Sam Allardyce, sum nú má fara undir fyrireikingarnar uppá komandi kappingarár uttan ein tann týdningarmesta leikaran á liðnum.