Duetoft formaður í Føroyanevndini

.

Peter Duetoft, úr Centrums-demokratunum skal eftir øllum at døma verða formaður í serligu fólkatingsnevndini, sum skal fylgja samráðingunum millum stjórnina og landsstýrið.

Hetta visti danska TV2 at siga fyrrakvøldið.

Fólkatingið samtykti eftir aðalorðaskiftið hósdagim, at ein 21 manna nevnd skal setast at fylgja samráðingunum.