Drukkin fólk gera seg inn á Tórsvøll

Fótbóltur: Einasta loysnin á trupulleikanum er ein góð girðing, heldur formaðurin í Grunninum Tórsvøllur

Tórsvøllur fær ikki frið fyri druknum fólki, sum um náttina fara inn á vøllin at stuttleika sær. Ungfólk koyra eisini við prutli á grasvøllinum, og tað sæst aftur.

Eingin girðing er uttan um vøllin, og tí hava fólk lætt spæl, tá tey skulu leita sær inn á vøllin, sum ætlanin er skal verða landsstadion hjá føroyingum. Grasvøllir eru meira viðbreknir enn graslíkisvøllir, og tað er umráðandi at grasið fær frið.

Eftir rockkonsertina við danska bólkinum DAD, sum var í høllini á Hálsi seinasta vikuskiftið, fóru drukkin fólk aftur inn á vøllin at spæla sær, men tá var onkur so at sær komin at reka fólkini út aftur.

Men tað kvøldið er einki eindømi. Næsta hvørt vikuskifti eru trupulleikar, og eisini mitt í vikuni fara fólk inn á vøllin.

Formaðurin í Grunninum Tórsvøll, Poul Michelsen, er keddur um, at fólk soleiðis fara inn á og gera seg inn á vøllin.

? Vit hava vaktarhald á vøllinum, men vit hava ikki sitandi vaktarhald. Vit hava ikki ráð at hava fólk á vøllinum hvørja nátt, sigur Poul Michelsen.

Hann býr sjálvur í grannalagnum, og hann sigur, at hann hevur sjálvur verið á vøllinum og rikið fólk burtur. Men ilt er at halda eyga við fólki, sum í ovfarakæti fara á vøllin seint á nátt ella tíðliga á morgni. Tá sova vanlig fólk ofta.

? Ein góð girðing hevði forðað fyri, at fólk kundu koma inn á vøllin, og tað er eisini tað næsta, sum vit ætla at fáa liðugt á vøllinum, sigur Poul Michelsen.