Beinir Troest Rasmussen var ein av tónleikarunum, sum fór á pallin í jólasendingini hjá DR leygarkvøldið, DR’s Store Juleshow.
Hann sang jólasangin "Mistletoe" hjá Justin Bieber, og tað var við bæði symfoniorkestri og kóri.
Hygg og hoyr, hvussu tað gekk á videobrotinum niðast í greinini her.
Hvussu ber til, tú vart við í DR’s Store Juleshow?
– Fyrr í ár fekk eg møguleikan at spæla í sendingini "Fællessang" hjá DR, tá grundlógin fylti 175 ár. Tað eydnaðist væl, so fyri stuttum spurdi DR, um eg hevði hug at spæla saman við symfoniorkestrinum til teirra árliga jólashow, og eg segði sjálvandi JA! fortelur Beinir í samrøðu við Sosialin í síðstu viku.
Hvussu reageradi tú, tá tú fekst tað at vita?
– Eg bleiv ræðuliga spentur. Eg havi sæð DR's Store Juleshow seinastu árini og havi hildið tað verið fantastiska gott.
Hvussu "stórt" er hetta fyri teg?
– Tað er rættiliga stórt at sleppa at spæla við einum symfoniorkestri í rygginum, tá eg eri meira vanur við at standa aleinaður - bara eg og gittarin, sigur Beinir Troest Rasmussen.
Her sært tú Beinir við Mistletoe:
##med2##