Henrik Nordbrandt fekk Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í ár fyri yrkingasavnið Drømmebroer.
Hann er millum mest virdu og lisnu yrkjarar í Danmark, og danir fegnast um, at hann gjørdist tann 9. í røðini av donskum høvundum, sum fær hesa viðurkenning.
Hetta var fjórða ferðin, at Nordbrandt var innstillaður og mangir danir tordu ikki at vænta, at Danmark aftur ?átti tørn? í ár, eftir at Pia Tafdrup vann í fjør.
Ikki eingang ein spegil
Henrik Nordbrant er millum teir fáu donsku yrkjararnar, sum fólk veruliga lesa.
Síðsta, og nú virðislønta, yrkingasavnið er selt í 4000 eintøkum. Tað er ikki einki, tá talan er um yrkingasavn.
Hann er fjálturstungin á at líta, tá hann luttekur í almennum upplestri, men lurtað verður eftir honum.
Heilar tríggjar ferðir áður hevur 54 ára gamli Nordbrant verið innstillaður, men hesaferð fullu tær 350.000 krónurnar til hansara. Og harvið eisini tann mest virðismetta virðislønin í Norðurlondum.
Men danskir fjølmiðlar fingu ikki orð á yrkjaran beint eftir, at hann hevði vunnið. Hann var staddur í Malaga í Suðurspania, og fartelefonin var sløkt.
Tað sigst, at hann elskar at hata virðislønir, og at hann sigur seg ongantíð lesa ummæli.
- Eg orki heldur ikki at síggja meg sjálvan í spegilinum. Tað er ov mikið. Tí havi eg funnið út av, hvussu eg kann raka mær, uttan at hyggja at mær sjálvum, hevur Henrik Nordbrandt sagt.
Høvuðsevnini í skaldskapi hansara eru millum annað deyðin, fráferð, koma, longsul eftir tí stað, ið ein ikki er, og dupulta upplivingin við at vera fremmandur allastaðni, men tó hava verið allastaðni áður.
Drømmebroer kom út í 1998 og fekk góða móttøku. Mergurin í savninum eru 13 dreymayrkingar.
Útilagstur yrkjari
Nordbrandt verður sagdur at vera nakað so sjáldsamt, sum ein maður við eini lagnu: yrkjarin í útlegd.
Maðurin, ið ikki orkar at búgva í ?lítla Dannevang?, men sum síðani 1977 hevur búð í Spania Grikkalandi, Egyptalandi og Turkínum. Orsøkin sigst verða, at hann tekur avleiðingarnar av, at hann orsakað av vantandi ljósi ?fer í kolkjallaran?.
Samstundis verður útlegdin søgd at geva skaldskapinum mentanarligt flog, ið kennist frígerandi í danska básinum.
Eisini verður sagt um Henrik Nordbrandt, at hann er maður, ið hevur tikið sær rætt til at vera súrur og tvørur. Hann skrivar í dagbók síni ?Ruzname? , ið kom út í 1996: »Ein eigur at royna at njóta hvørja stund í lívinum. Hvør hevur funnið uppá tað? Í mínum oyrum ljóðar hetta sum kórsangur frá einum sinnissjúkrahúsi«
Og hann er súrur um nógv. Annað enn danska veðrið. Millum annað um at danir eru so upptiknir av sær sjálvum.
?Um Danmark flutti eyguni frá egnum nalva og hugdi í spegilin, hevði tað doyð í látri?, segði Nordbrandt, tá hann fekk heiðursløn frá Det Danske Akademi.
Kókibók
Nordbrandt hevur eisini skrivað barnabøkur og eina njósnaraskaldsøgu.
Eisini gav hann í 1993 út eina turkiska kókibók við lystvekjandi heitinum ?Dámulør og aðrir serrættir?.
Kelda:
Aktuelt, 27. januar 2000