Drotningin tekur ímóti Lars Løkke um eina løtu

Eftir at Lars Løkke Rasmussen hevur viðurkent valósigurin í gjár, hittir hann drotningina og krúnprinsin nú klokkan 10.

Margreta drotning hittir Lars Løkke Rasmussen klokkan 10 í morgun.

Umframt drotningina verður eisini Fríðrikur krúnprinsur til staðar, tá Lars Løkke Rasmussen kunnar um parlamentarisku støðuna.

Blái vongur misti meirilutan í Fólkatinginum á valinum í gjár, og forsætisráðharrin viðkendi valkvøldið ósigurin.

Reyði vongur fær 91 seissir, meðan blái vongur fær 79, tá sessirnir hjá Nye Borgerlig verða taldir við. Hetta er uttan fólkatingsumboðini úr Føroyum og Grønlandi. Av teimum eru trý reyð og eitt blátt.

Lars Løkke Rasmussen fer at mæla til, at eitt sonevnt drogningaumfar verður, tá hann hittir tey kongaligu.

Drotningin fer so eftir øllum at døma at kalla inn flokkarnar í Fólkatinginum til drotningarunduna einaferð í dag fyri at tosa við teir um, hvønn teir fara at peika á.

Eftir at hava fingið hesi ráð hevur hon helst tveir møguleikar:

Annaðhvørt peikar hon á tann persónin, sum hevur flest fólkatingsumboð aftan fyri seg, sum samráðingarleiðara, ella peikar hon beinleiðis á ein persón, sum fær uppgávuna at skipa eina nýggja stjórn við sær sjálvum sum forsætisráðharra.

Velur hon at peika á ein samráðingarleiðara, skal samráðingarleiðarin royna at fáa ein meiriluta aftan fyri seg, sum er nóg sterkur til at skipa nýggja stjórn – ella tryggja, at tað ikki er ein meiriluti ímóti stjórnini.

Eydnast tað ikki, kann tað vera eitt nýtt drotningaumfar.

Roknað verður við, at Mette Frederiksen fær møguleikan at byrja samráðingar eftir drotningaumfarið.

Drotningaumfarið varð skipað fyrstu ferð í 1909, men tað er ikki skrivað í nakrari lóg. Harvið virkar tað sum politiskt praksis.

Tað stendur tó í Grundlógini, at regenturin bæði skal útnevnda og koyra úr starvi forsætisráðharran.

 

/ritzau/