Drotningin heiðraði Hanna

Fyri trúfasta tænastu á sama arbeiðsplássi, fekk Hanni Thomsen í gjár Dronningens Fortjeneste Medalje.

Tað gerst alsamt vanligari at skifta arbeiðspláss og tískil fækkast tey alsamt í tali, sum hava verið trúføst móti einum arbeiðsgevara í longri tíð.

 

Onkur eru tó eftir og ein teirra er Hanni Thomsen. Hann hevur nú starvast í Trygdargrunninum, sum áður æt Lønjavningargrunnurin, í samfull 40 ár, og fyri hetta varð hann heiðraður við Dronningens Fortjeneste Medalje í gjár.

 

Lønjavningargrunnur Skipsfiskimanna varð settur á stovn í 1947 og Hanni Thomsen, sum byrjaði í starvinum í 1975, hevur sostatt arbeitt har meiri enn helmingin av tíðini, stovnurin hevur verið til.

 

Hanni Thomsen gjørdist stjóri í Lønjavningargrunninum í 2004 og sat sum stjóri fram til 2011. Tá varð Trygdargrunnurin Fiskivinnunar settur á stovn og yvirtók arbeiðið hjá Lønjavningargrunninum. Hanni Thomsen varð fyribils stjóri í nýggja grunninum, til Ernst Jacobsen tók við seinni í 2011, og hevur síðani verið deildarleiðari í Trygdargrunninum.