Drotningin: Hatta kunnu tit ikki loyva tykkum

– Mínir tankar fara til øll, sum eru blivin sjúk, bæði í Danmark, Grønlandi og Føroyum, segði Margreta Drotning í søguligari røðu í áðni

Drotning Margreta hevur júst verið á sjónvarpsskíggjanum og hildið eina søguliga røðu í sambandi við støðuna við koronavirus.

At drotningin hevur tikið orðið og vent sær beinleiðis til fólkið í kvøld er søguligt, tí hetta hevur hon ongantíð gjørt fyrr. Síðst ein líknandi røða varð hildin av danska Kongahúsinum var fyri 75 árum síðani aftaná seinna verðinskríggj.

Drotningin var savnandi og vísti við orðum, hvussu stóran týdning tað hevur at standa saman í hesari sváru tíð, nú koronasmittan herjar.

– Vit mugu hugsa okkum um

– Eg skilji væl at fleiri eru stúrin. Tí okkara veruleiki er vendur á høvdið. Hetta krevur nakað av okkum øllum, segði hon í byrjanini.

Hon vísti á, at myndugleikarnir hava verið noyddir at taka nakrar neyðugar avgerðir. 

– Vit mugu gera okkurt, hvør í sær. Hvat vit gera, og hvussu vit handla, verður avgerðandi fyri, hvussu tað verður komandi vikurnar. Tað er tí, eg siti her í kvøld, segði Margreta.

– Koronavirus er ein vandamikilgestur, segði hon og tosað víðari um, hvussu skjótt smittan breiðir seg, soleiðis at ringasta avleiðingin verður, at fólk doyggja.

Hon segði, at vit nú mugu standa saman og bróta hesa smittuketuna.

– Tað kann bara henda, um vit øll hugsa okkum um, og gera tað samstundis og í rættari tíð.

Drotningin heitti á øll um at taka frá myndugleikunum um at vaska hendur, halda frástøðu og halda seg heima til sín.

– Tíverri eru tað ikki øll, ið taka støðuna í nóg stóran álvara. Støðan er álvarsom, og hetta er galdandi fyri okkum øll.

– Sjálvandi er tað skuffandi og keðiligt ikki at kunna møtast við sínum vinum, serliga tá mann er ungur. Men tit hava aðrar mátar at hittast uppá í hesum talgildu tíðum, segði Drotningin.

– Mín áheitan er ikki bara galdandi fyri tey ungu. Til ber enn at síggja bólkar í øllum aldri, sum eru ov tætt saman. Summi halda enntá veitslur um rundar føðingardagar. Tað haldi eg ikki, mann kann loyva sær. Tað er tankaleyst og fyrilitsleyst.

– Mínir tankar fara til øll, sum eru blivin sjúk og teirra avvarðandi, bæði í Danmark, Grønlandi og Føroyum, segði Drotningin.

Hon sendi eisini eina heilsan til øll tey, sum passa sítt arbeiði í hesum døgum.

Um tú ikki sást røðuna hjá Margretu drotning, ber til hjá tær at síggja røðuna her:

##med2##