Dronuálop í Venesuela

Forsetin í Venesuela gevur Kolumbia skyldina fyri álopið, sum hann meinar var persónligt

Eitt dronuálop hevur í dag verið í Venesuela. Hetta hendi meðan forsetin, Nicolás Maduro, helt røðu til stórt hernaðartiltak í høvuðsstaðnum, Caracas. 

 

Talan var um tvær dronur, ið vóru pakkaðar við spreingievni. Sjey hermenn vórðu særdir, og fleiri fólk vórðu handtikin, sambært BBC. 

 

Nicolás Maduro gevur grannatjóðini, Kolumbia, skyldina fyri álopið. Hann hevur einki prógv fyri uppáhaldið, men sigur við miðlar, at hann er ikki í iva um, at tað var kolumbianski forsetin, Juan Manuel Santos, ið er maðurin aftanfyri hetta. Hann meinar, at hetta var ein roynd uppá at drepa hann. 

 

Kolumbiska stjórnin kastar allar ákærurnar frá sær og siga seg einki hava við dronuálopið at gera.

 

Hernaðartiltakið varð sent beinleiðis í sjónvarpinum. Omanfyri eru upptøkur av hendingini at síggja, har tað sæst, at forsetin og onnur varnast hetta, og soldatar byrja at renna avstað.