Við tveimum frísparksmálum í dystinum móti Middlesbrough skety Didier Drogba hjá Chelsea seg ovast á enska máltindin. Og hartil kom Drogba við hesum eisini á ovasta sessin á europiska máltindinum.
Oddaessurin á hesum listanum hoyrdi undan vikuskiftinum til Alfonso Alves úr Heerenveen. Hann hevur higar til í ár skotið 22 mál, men sambært umrokningarfaktorinum, sum verður nýttur, telja mál í bestu hollendsku deildini 1,5 stig, og hevur Alves soleiðis 33 stig á listanum.
Mál í Premier League telja hinvegin 2 stig, og tí er Drogba nú á 34 stigum.