Drogba borin út

Didier Drogba noyddist skaddur av vøllinum, tá Chelsea í dag spældi útidyst í Transylvania móti rumenska Cluj. At síggja til skeiklaði ivorian knæið, men enn vil Chelsea-venjarin, Scolari, ikki siga nakað um, hvussu álvarsligur skaðin er. - Læknin hevur ikki svarað telefonini enn, so eg veit ikki. Men skaðar koma av og á fyri í fótbólti, og so mugu vit fyrihalda okkum til tað, sigur Scolari við ensku miðlarnar.