Freistin at lata inn boð til kommununa var á middegi týsdagin hin 16. november 2021, og soleiðis er henda tíðarfreist nú farin.
Í kommununi hava tey gjøgnumgingið og mett um uppskotini og meta, at felagið Mark Skálavík eigur besta uppskotið. Felagið ætlar at byggja tíggu leiguíbúðir á nevnda lendi.
Borgarstjórin í Skálavíkar kommunu, Linjohn Christiansen, sigur við heimasíðuna hjá kommununi, at uppskotið er stílreint; bygningurin fellur væl inn í lendið og skemmir á ongan hátt umhvørvið.
- Íbúðarbygningurin er í einari hædd, og tí kemur hann ikki at órógva, hvørki í hædd ella í bygdarlagnum annars.
Borgarstjórin sigur, at nú fara Skálavíkar kommuna og felagið Mark Skálavík undir fyrireikingina at fáa sáttmálan í lag og undirskrivaðan. Mett verður ikki, at hetta fer at taka langa tíð.
- Lendið er so at siga klárt, og tí verður mett, at byggingin kann fáast frá hondini sum skjótast, sigur Linjohn Christiansen, sum heldur, at tað hevur tikið alt ov langa tíð við myndugleikakrøvum.
- Men, nú er komið á mál, sigur borgarstjórin við heimasíðuna hjá Skálavíkar kommunu.
Sí fleiri myndir niðanfyri:
##med2##
##med3##
##med4##
##med6##
##med5##
##med7##
##med8##