Higartil hevur størsta løtan hjá norska landsliðsvenjaranum, Egil "Drillo" Olsen verið, tá Noreg vann 2-1 á Brasil í HM-endaspælinum í fótbólti í Marseille í Fraklandi í 1998. Flestu norsku fótbóltsfjeppararnir meta ta løtuna verða ta størstu løtuna í norsku fótbóltssøguni. Áðrenn tað vóru tað OL-bronsukrónurnar, sum norska fótbóltslandsliðið vann á olympisku summarleikunum í Berlin í 1936.
Men nú avdúkar Egil Drillo Olsen yvirfyri norskum miðlum, at tað er eitt, sum kann sláa størstu norsku fótbóltsløtuna í 1998, og tað er um Noreg megnar at vinna á Danmark í EM-undankappingardystinum í Parkini í Keypmannahavn í annaðkvøld.
- Tað hevði verið ógvuliga stórt at vunnið á Danmark. Sigra vit á Danmark, so haldi eg næstan, at fólk kunnu byrja at bíleggja ferðaseðlar til EM-endaspælið, sigur Egil Drillo Olsen við norskar miðlar.
Tó er Egil Drillo Olsen ikki so ógvusligur, sum José Mourinho, tá hann vinnur ein týdningarmiklan dyst. Vanligt er, at Egil Drillo Olsen hevur eitt stórt smíl, og knýtir nevarnar. - Megna vit at vinna okkum í EM-endaspælið, so kunnu vit fara allan vegin, sigur ein ógvuliga bjartskygdur norskur landsliðsvenjari.
Dysturin millum Danmark og Noreg byrjar klokkan 19.15. Fólk kunnu síggja hann á Televarpinum. Uttan iva fara nógvir føroyingar at hyggja eftir dystinum millum Danmark og Noreg, nú føroyska landsliðið heldur ikki verður at síggja í føroyskum sjónvarpi á hesum sinni.