Danski kappkoyrarin Jason Watt vitjaði í Føroyum seinasta vikuskifti. Í sendingini Bilradio á Rás2 kl. 16.05 sigur hann frá síni karrieru og lagnu. Síðan Jason Watt var 10 ára gamal droymdi hann um at gerast formel 1 koyrari. Tá dreymurin var líka við at gerast veruleiki, gjørdi ein álvarslig ferðsluvanlukka í 1999 enda á dreyminum. Í sendingini er samrøða við Jason Watt.
Eftir vanlukkuna var hann so langt niðri sálarliga, at ein dagin meðan hann lá á sjúkrahúsinum, ætlaði hann sjálvur at sløkkja fyri respiratorinum. Jason sigur, at tíbetur kom læknin honum til hjálpar. ?Du skal give det tid? segði læknin.
Jason kláraði skjótt at reisa seg aftur. Hann fekk lívsmótið aftur, kontaktaði sínar starvsfelagar og segði teimum at hann ætlaði sær at koyra kapp aftur sum skjótast, og hann mátti fáa ein umbygdan bil, so hann kundi koyra uttan at brúka beinini.
Hóast hann er avlamin, er hann í dag ein professionellur kappkoyrari.
Í sendingini er eisini prát við Eyðun Hansen frá Bygma í Hoyvík og við Kristján Eiriksson frá Tórshavnar Sløkkiliði.