Flúgving
Í kvøld og í annaðkvøld fer flúgviskúlin í Roskilde í Danmark, Center Air, at kunna um útbúgvingina, sum kann takast á skúlanum.
Í løtuni ganga tríggir føroyingar á hesum skúla, og við á ferðini í Føroyum saman við stjóranum á skúlanum, Anne Kjær Thorsøe, verður 30 ára gamli Jan Lauritsen av Skipanesi, sum væntandi verður liðugur við sína útbúgving í november mánaða í ár.
Hinir føroyingar, sum taka flogskiparaútbúving hjá Center Air, eru Tommy Andreasen úr Nólsoy og Arni Højgaard av Toftum.
Tvey tiltøk
Fyrra kunningartiltakið av tveimum verður í Miðlahúsinum í kvøld klokkan 19.30, og hitt seinna verður í hølunum hjá Atlantsflogi í Sørvági í annaðkvøld klokkan 19.30.
Jan Lauritsen sigur, at hetta er fyrstu ferð, at Center Air skipar fyri slíkum kunningarfundi í Føroyum. Tiltakið er alment, og øll eru vælkomin. Tað verður í fyrsta lagi stjórin á skúlanum, sum fer at siga frá um útbúgvingina.
- Fólk, sum vilja hava kunning um, hvussu tað í veruleikanum er at taka hesa útbúgving, eru eisini vælkomin at spyrja meg og kunna seg um, hvussu tað er taka eina flogskiparaútbúgving.
Sum ungur hugsaði Jan um at gerast flogskipari, men hann hevði onga miðnámsskúlaútbúgving.
- Eftir at hava tikið 10. flokk, fór eg í smiðjulæru hjá Mekanik. Seinni var eg eisini verkførari hjá Volvo-Lastbilum, og tað var, meðan eg var í hesum starvi, at ætlanin um at gerast flogskipari aftur birtist.
Jan vísir á, at eftir yvirgangsatsóknina á World Trade Centre í 2001 gjørdist tað minni áhugavert at lesa til flogskipara og soleiðis fremja sína ætlan í verki.
- Fyri tveimum árum tók eg meg so saman aftur, og tá var tað pápi mín, Eyðun, sum eggjaði mær til at fara í gongd.
Ungi skipanesmaðurin dylur ikki fyri, at útbúgvingin á Center Air er rættiliga
strævin og krevjandi - ikki minst, tá tú ikki hevur eina miðnámsskúlaútbúgving frammanundan, men útbúgvingin er ikki ómøgulig.
- Tað eru serliga roknifakini, sum eru strævin, men við áhaldni og nærlagdi kemur tú ígjøgnum tey, leggur hann aftrat.
Gongst, sum ætlað hjá Jan, verður hann liðugur við sína útbúgving í november mánaða í ár, og tá hevur hann gingið í skúla í Roskilde í tvey ár.
- Jú, hetta hevur verið ótrúliga spennandi, men eisini ótrúliga hart og ”intenst”, sum hann tekur til.
Heim at flúgva
Jan Lauritsen sigur, at tað er kostnaðarmikið at taka eina útbúgving sum flogskipari, og tað eru serliga flúgvitímarnir sum kosta.
- Mín útbúgving kemur at liggja rundan um 655.000 krónur, tá alt er íroknað.
Hann sigur, at fyrsti partur av útbúgvingini er teori, har tú í fyrsta lagi tekur ta lítlu teoriina, sum hon verður rópt.
- Hetta er sama teori, sum tey, ið taka sertifikat til privatflúgving, taka. Hjá okkum, sum skulu allan vegin ígjøgnum útbúgvingina, tekur henda teoriin bert ein mánaða ella so.
Jan sigur, at nakað verður fogið millum lítlu teoriina og ta stóru, sum verður rópt APPL-teoriin.
- Í byrjanini verður flogið í smáum flogførum við einum motori, men seinni verður flogið í flogførum við tveimum motorum.
Hann sigur, at lítla teoriin fevnir um einar fýra lærugreinar, meðan APPL-teoriin fevnir um einar 12 lærugreinar.
- Meðan tú tekur teoriina til flúgviskúlan, sum tilsamans varar í einar 10 mánaðir, gongur tú vanliga í skúla frá klokkan 9-16.
Jan sigur, at tá sjálv útbúgvingin er liðug, er neyðugt við skeiðum – alt eftir, hvørjum flogførum tú fer at flúgva við.
Hann dylur ikki fyri, at dreymurin hjá honum er at koma heimaftur til Føroya at flúgva, men soleiðis, sum umstøðurnar eru innan loftferðslu í dag, er ilt at siga, hvørjir møguleikar bjóðast.
- Tá eg eri liðugur, fari eg at søkja um at sleppa framat ymsastaðni, og skalt tú fáa eitt starv innan flúgving, noyðist tú rættiliga at liggja framvið í tíðum sum hesum.
Jan Lauritsen gleðir seg at sleppa at greiða frá sínum royndum á kunningarfundinum í Miðlahúsinum í kvøld og í Sørvági í annaðkvøld.
Hjá Center Air í Roskilde kanst tú bara taka útbúgving innan flúgving í flogførum og ikki í tyrluflúgving.