Ein dystur hevur verið í ensku Premier League í kvøld, har Liverpool hevði umráðandi dyst í stríðnum um Champions League-plássini, tá ið teir vóru á vitjan hjá Watford.
Tað kom illa við hjá Liverpool, at Philippe Coutinho mátti av vøllinum longu í 13. minutti, men avloysarin, Adam Lallana, var um reppið at leggja Liverpool á odda við langskoti, sum brast á tvørtræið.
Beint fyri hálvleikssteðgin kom Liverpool á odda. Tað var Emre Can, sum eftir upplegg frá Lucas Leiva saksasparkaði eitt dreymamál í netið til 1-0 til Liverpool.
Í seinna hálvleiki hevði Liverpool møguleikar at staðfesta sigurin, men eisini Watford fekk risa møguleika í yvirtíðini. Skotið hjá Sebastian Prödl rakti tvørtræið.
Liverpool vann dystin 1-0, og er nú einsamalt á triðja plássi trý stig frammanfyri Manchester City og fýra stig frammanfyri Manchester United.










