Fótbóltur
Tað er sjálvandi ikki upp til landsliðsvenjaran sjálvan at gera av, hvørji liðini eru, sum koma úr pottinum. Og sum Brin Kerr staðfestir, so tryggja reglurnar jú eisini, at talan verður um javna spjaðing í styrkini av mótstøðuliðnum.
Sjálvur vil Kerr tí ikki seta nakra greining á, akkurát hvørji lond vildu verið tey bestu hjá okkum at fingið, men hann viðgongur, at eins og føroyski áskoðarin, so hevur hann eisini síni ynski.
- Av teimum sterkastu, er talan um ítróttarliga risauppgávu, líkamikið, hvørjum vit møta. Men eg kundi ímyndað mær, at føroysku áskoðaranir fegnir vildu havt Ongland og Danmark. Og úr triðja styrkislagnum vildi tað sjálvandi verið stuttligt hjá mær, um vit fingu Írland. Úr fjórðsterkasta pottinum haldi eg, at Norðurírland vildi verið spennandi – eisini tí vit áður hava fingið góð úrslit móti teimum, og so haldi eg, at Liechtenstein hevði verið fínt at fingi úr bólki fimm. Men hvør veit. Vit fáa neyvan øll av hesum, og skuldu tey bæði Írlondini gloppið, kundi eg hugsað mær Skotland og Wales, men vandin er jú eisini, at vit ikki fáa nakað av hesum liðum.
- Um hetta gjørdist lutakastið, so var talan um ein bólk, sum var fíggjarliga lokkandi. Sum hevði ítróttarligar møguleikar. Og sum eisini hevði sloppið okkum undan alt ov drúgvum ferðum.
Avrikið er málið
Tá tosað verður um ítróttarligu møguleikarnar, er ein spurningur, um venjarin hevur sett sær nakran ávísan málsetning. Men í mun til Henrik Larsen, tá hann tók við, so vil Brian Kerr ikki seta nakað tal á, hvør føroyska úrtøkan skal verða.
- Tað er eingin orsøk at leggja nakað trýst á liðið í so máta. Tað týdningarmesta hjá okkum er, at vit fremja góð avrik. At vit betra okkum so nógv, sum vit á nakran hátt kunnu. Sjálv úrtøkan veldst jú um so nógv. Hvussu hópurin er fyri við skaðum og líknandi. Hvørji mótstøðuliðini verða, og so hava vit sjálvandi eisini hepni fyri neyðini.
- Hinvegin skulu vit sjálvandi ikki smæðist burtur. Megna vit at hava eins støðug avrik, sum vit høvdu í seinastu kapping, og kunnu vit fanga okkurt av hinum liðunum á einum ikki so góðum degi. So hava vit avgjørt møguleikan. Og so kann tað jú verða, at vit tosa um bæði trý, fýra og kanska fleiri stig, tá kappingin er av. Men eg haldi, at vit bíða við samanteljingini, til allir dystirnir eru spældir. Fyrst og fremst ræður um at taka ein dyst í senn.
Ynskilistin hjá Kerr
Ongland
Danmark
Írland
Norðurírland
Liechtenstein
Føroyar