Liverpool hevur í dag vunnið Liga Cup fyri tíggjundu ferð. Tað er lítla steypakappingin í Onglandi. Liverpool vann 1-0 við máli frá Virgil van Dijk í 118. minutti.
Undan dystinum hevði Liverpool stórar avbjóðingar við skaðum. Tað støðan bleiv bara verri, sum dagurin gekk. Fyrst bleiv staðfest, at bæði Mohamed Salah og Darwin Nunez máttu sita uttanfyri. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki bleiv Ryan Gravenberch skaddur.
Bæði Liverpool og Chelsea skoraði í vanligu leiktíðini, men bæði málini blivu kolldømd fyri rangstøðu. Serliga Liverpool spælararnir vóru ónøgdir við rangstøðuna í samband við teirra mál, tí teir mettu ikki at Wataru Endo gjørdi seg aktivan í rangstøðuni.
Stutt fyri tíð komu fleiri av ungu spælarunum hjá Liverpool á vøllin. Millum annað Bobby Clark, James McConnell og 18 ára gamli Jayden Danns, ið bara hevur nakrar heilt fáar minuttir á besta liðnum undan finaluni í dag.
Saman við Virgil van Dijk mundi málverjin hjá Liverpool, Caoimhin Kelleher, eisini verða dagsins maður. Hann átti nakrar framúr bjargingar. Móti endanum sá út til, at tað skuldi enn eina ferð brotssparkskapping til at finna ein vinnara millum Liverpool og Chelsea á Wembley.
Í 2022 møttust liðini bæði í Liga Cup og FA Cup finaluni. Báðar endaðu málleysar og við Liverpool sum vinnara eftir brotssparkskapping. Hesa ferð bleiv tó ongin brotssparkskapping, tí Virgil van Dijk stútaði steypið heim til Liverpool tveir minuttir fyri tíð.
##med2##