Elstu dreingirnir í ungdómsdeildini hjá Kyndli vunnu í kvøld FM-heitið við tryggum 27-18 sigri á H71a í Hoyvíkshøllini. Kyndilsdreingirnir eru ósigraðir í FM-kappingini og vinna deildina við 34 stigum.
H71 hevur 29 stig á øðrum plássi og VÍF 18 stig á triðja plássi. Tveir dystir spældu dreingir 18 javnt í kappingarárinum. Restina vunnu teir, skrivar kyndil.fo.
Tað var spenningur undan seinasta dystinum, sum var í Hoyvík, tí vunnu hoyvíkingar, høvdu teir framvegis ein lítlan møguleika at fáa Kyndil aftur í FM-stríðnum.
Kyndil vann avgerandi dystin sannførandi 27-18. Hálvleiksstøðan var 12-9.










