Dreingir 18 fullførdu neistahattrikkið

Dreingir 18 hjá Neistanum eru steypavinnarar

Steypafinala Dreingir 18

Neistin – StÍF 34-26 (14-10)


Eftir at mansliðið og gentur 18 høvdu vunnið hvør sítt steyp í kvøld, skuldu dreingir 18 hjá Neistanum jagstra steypahattrikkið móti StÍF. Nógv neistafólk vóru enn í høllini og hugnaðu sær, og fitt av strandafólki var eisini komið at stuðla sínum dreingjum.

 

 

 

Fleiri leikarar, ið kennast frá mansliðunum hjá feløgunum báðum vóru eisini at síggja.

Hjá StÍF kendust leikarar sum Andri K. Hansen, Ivan Mrdalo og Martin Danielsen aftur frá vaksnamannadeildini, meðan bakkarnir hjá Neistanum itu Tróndur Mikkelsen, Dánjal Ragnarsson og Julian J. Kragesteen – teir tríggir vóru eisini við í mansfinaluni fyrr í kvøld.

 

 

Og tað vóru neistamenn, ið løgdu best fyri. Dysturin staðfesti seg við einum muni á einum trimum málum á muni til Neistan, ið einum fyrra hálvleiki har Julian J. Kragesteen stóð fyri nógvum málum við gjøgnumbrotum, meðan tað hjá strandingum var serliga Bjarni í Selvindi sum eydnaðist nógvum langskotum.

 

 

 

Hetta førdi til at Neistin var á odda 14-10 í hálvleikinum

 

 

Sostatt skuldi StÍF jagstra, men tað eydnaðist ikki. Í staðin økti Neistin uppaftur meira, og tíðliga í seinna hálvleiki mundu flest øll hava ásannað at Neistin fór at vinna enn ein steypasigur í kvøld.

 

 

 

Og so varð. Neistin vann triðja steypasigurin í seinastu finaluni í kvøld við úrslitinum 34-26.

Julian J. Kragesteen var valdur dagsins leikari.


Í morgin eru tað tey 10, 12, 14 og 16 ára gomlu sum skulu spæla finalur. Byrjað verður við gentum 10 klokkan 12.50.

 

Allar ungdómsfinalurnar verða stroymdar. Trýst her fyri at koma til stroymingina hjá HSF

 

Skráin fyri ungdómsfinalurnar í morgin er hendan:

Kl. 12.50 G10: VÍF – H71
Kl. 13.30 D10: Neistin – H71
Kl. 14.10 G12: VÍF – Kyndil
Kl. 15.00 D12: H71 – Kyndil
Kl. 15.50 G14: H71 – Neistin
Kl. 16.50 D14: VÍF – H71
Kl. 17.50 G16: H71 – Neistin
Kl. 19.25 D16: H71 – StÍF