Finala: Faxe Kondi-kappingin, dreingir 10
H71-A – H71-B 15-13
H71 er steypavinnari hjá dreingjum 10. Hetta hevði verið greitt leingi, tí dagsins finala var ímillum H71-A og H71-B.
Hóast tað var A-lið ímóti B-liði var ikki stórur styrkismunur, og tað leikaði javnt á. Hálvleiksstøðan var 7-6.
Merkisvert var, at hvørki av liðnum høvdu fastar málverjar. Á báðum liðunum skiftust tveir leikarar at spæla ein hálvleik sum málverji og ein hálvleik sum útileikari.
Seinastu fýra minuttirnar eydnaðist tað H71-A at leggja seg eini trý mál á odda.
Hóast teir spældu við sama felagið, vildu leikararnir á H71-B stríðast til tað síðsta fyri steypinum, men tá ið málverjin á H71-A bjargaði brotskasti í evstu løtu, kundi H71-B avgera dystin við málinum til endaliga úrslitið 15-13.
H71-A (15 mál)
Axel Holm Simonsen (3 mál)
Markus E. Dalsgaard
Jóannes Lindenskov Hansen
Boas Ellefsen á Skipagøtu (7 mál) (dagsins leikari)
Jákup Rógvason
Gabriel Banzon Sakarisson
Jónas Poulsen
Rókur Jacobsen (1 mál)
Niclas Andrésen (1 mál)
Martin Eivinsson
Rókur Lava Brockie (3 mál)
H71-B (13 mál)
Hávarður Mikkjalsson Thomassen
Mikkjal Eiðisgarð Poulsen
Andras Vinther
Jónas Ròi Fossádal
Janus Ferjá Foged
Mannbjørn Eysturtún Mouritsen
Filip Wardum Ragnarsson (5 mál)
Edvard Falkenberg
Tummas Lindenskov Joensen (1 mál)
Bárður Djurhuus Thorsteinsson
Jónas Fossabrúgv (7 mál)
##ms##
##med2##