Seinna FM finalan í kvinnuflogbólti verður í kvøld leikt í høllini á Hálsi. Í fyrru FM finaluni, ið varð spæld farna vikuskiftið vann TB 3-2 á Drátti, eftir at Dráttur hevði verið á odda 2-0 í settum.
Í hesi løtu verður seinna FM finalan leikt, og eftir fyrsta settið er tað Dráttur, ið er á odda. Tær vunnu fyrsta sett 25-22, og eru sostatt á odda 1-0.
Talan er um sera spennandi finalu hjá kvinnunum, tí nú er TB komið inn aftur í dystin. Tær vunnu annað settið 25-22, og er støðan sostatt 1-1.
Triðja settið er júst liðugt, og endaði tað enn einaferð 25-22. Vinnarin av tí triðja settinum gjørdist Dráttur. Støðan er sostatt 2-1 til Drátt í seinnu FM finaluni.
Merkisvert við tí triðja settinum var annars, at TB eitt skifti var á odda 20-13.
Dráttur hevur í kvøld vunnið seinnu FM finaluna móti TB, og má tí ein avgerandi FM finala leikast í morgin.
Dráttur vann dystin 3-1, eftir at tær vunnu fjórða settið 25-23.
Avgerandi FM finalan verður leikt í morgin klokkan 16:00 í høllini á Hálsi.
TB – Dráttur 1-3 (TB vann fyrru FM finaluna 3-2) Sostatt skal ein avgerandi FM finala til í morgin
Dráttur vann fyrsta sett 25-22
TB vann næsta sett 25-22
Dráttur vann triðja sett 25-22
TB vann fjórða sett 25-23










