Dráttur hevur funnið stevið aftur, eftir at tær snávaðu í steypakappingini og ikki undurvunnu sær finaluplássið frá í fjørð.
Hetta vístu tær í gjár, tá tær vunnu ein tryggan 3-0 sigur á KÍF, sum ikki rættuliga hevur fótað sær eftir hálvfinalurnar í steypakappingini.
Settini endaðu 25-19, 25-23 og 25-14.
Dráttur hevur nú lagt seg greitt á odda við 25 stigum, og á øðrum plássi liggur SÍ við 20 stigum, men við einum dysti færri.










