Drápsmálið í Hvalba fyri rættin í næstu viku

Rættarfundur verður í Føroya rætti í næstu viku, har drápsmálið í Hvalba er á skránni.

Færøernes Politi hevur í dag sent fjølmiðlunum soljóðandi tíðindaskriv.


- Drápsmálið í Hvalba.


- Føroya rættur hevur eftir áheitan frá ákærumyndugleikanum ásett ein rættarfund móti tí ákærda í málinum at vera mikudagin 19. august kl. 09.00.


- Málið verður roynt sum eitt játtanarmál. Hetta merkir vanliga, at ákæruvaldið hevur væntanir um, at tann ákærdi játtar seg sekan.