Drápsmál í Hvalba: Fyri rættin klokkan 10:30

Klokkan 10:30 í morgun skulu teir báðir menninir, sum vórðu handtiknir í Hvalba í gjár sambandi við drápsmálið, har ein 36 ára gamal maður doyði, fyri rættin.

Klokkan 10:30 í morgun skulu teir báðir menninir, sum vórðu handtiknir í Hvalba í gjár sambandi við drápsmálið, har ein 36 ára gamal maður doyði, fyri rættin.

 

Tað var klokkan 11:15, at politiið fekk fráboðan um eitt deyðsfall í Hvalba, sum politiið kallaði »eitt misteinkiligt deyðsfall«. Tá politiið kom á staðið bleiv staðfest, at ein 36 ára gamal maður var deyður.

 

Í fyrstu syftu var ein persónur afturhildin, men tá kanningararbeiði varð gjørt, vórðu tveir menn handtiknir, ein 23 ára gamal og ein 39 ára gamal. Teir hava í nátt verið í arrestini í Mjørkadali og verða settir fyri dómaran nú klokkan 10:30. Tá verður greitt, um teir verða skuldsettir og fongslaðir – ella lætnir leysir. Greitt er ikki, um politiið hevur líka sterkan illgruna til báðar menninir, ella tey hava valt at binda um heilan fingur.

 

Tað avgerðina tekur dómarin á rættarfundinum.

 

Les eisini: Tveir mans handtiknir fyri morð í Hvalba

 

 

Les eisini: Dripin í morgunballi í Hvalba

 

Les eisini: Misteinkiligt deyðsfall í Hvalba

 

Les eisini: Politiið hevur sperrað eini hús í Hvalba