Tárini komu sníkjandi, tá Linda trein á finalupallin fyri løtu síðani. Eftir framførsluna segði tann tiltikni Blachman ?tú syngur væl, men ov nógv grenj er rundan um teg? Fyrsta umfarið í finaluni er av, og um nakrir minuttir verður staðfest, hvørt tað verður Linda, Alien Beat Club ella Mohammed sum enda sum nummar 3 í finaluni. Tað var ein kensluborin løta hjá Lindu, tá hon fyri løtu síðani trein á finalu pallin, og tárini sjónliga sníktu seg fram. Eftir eitt brak av einari framførslu gjørdi Blachman tað enn einaferð.
Ósakliga langaði hann eftir føroysku Lindu Andrews. Eftir framførslu trein Blachman á pallin og segði ?Søgurnar um niðurbrendar íbúðir, ov nógv kilo, troystaretin og so framvegis er óneyðugt. Tú syngur gott, lat alt hitt fara?
Linda framførdi lagið hjá Pink ?What?.










