Dragin skipar fyri hugnakvøldi

Leygarkvøldið 22. mars skipar áhugafelagið Dragin fyri hugnakvøldi og dansi í Skálanum í Klaksvík

Hugnakvøldið byrjar klokkan 21 við borðhaldi, har borðreitt verður við breyði við føroyskum viðskera. Tað verður ymiskt undirhald og skemt undir borðhaldinum eisini. Felagði Dansihugni fer eisini at sýna fram fólkadans.
Tá borðhaldið er av um ellivutíðina lata dyrnar upp, og tá verður almennur gamlamannadansur við bólkinum Finnbogi Lisberg og vinmenn.
Frá stuðulsfelagnum verður sagt, at um fólk ynskja at verða við til borðhaldið, so kunnu tey tekna seg á telefon 45 66 61 ella 45 62 82. Kostnaðurin er 170 krónur fyri alt, men bara dansur kostar 100 krónur, og tá er ikki neyðugt at tekna seg.
Yvirskotið fer til Dragan, sum nú er komin so væl áleiðis, at tey miða ímóti, at hann fer at sigla í summar. Tað eru nú tíggju ár síðani, at arbeiðið upp á Dragan fór í gongd, og nú væntar so at siga bert trygdarútgerðin. Og tað er tað, at roynt verður at savna pening til nú.
Teir sum hava arbeitt við at seta Dragan í stand, hava gjørt alt arbeiðið sjálvbodnir, og tað er orsøkin til, at tað hevur tikið so langa tíð. Tí ongin peningur er til taks.
? Vit smíða við aðrari hondini, meðan vit savna pening inn við hinari, sigur Hans Eli Hansen, formaður í áhugafelagnum.
Tað er langt í millum, at nakað tiltak er fyri tey tilkomnu í Klaksvík, so áhugafelagið Dragin vónar, at fólk møta fjølment upp til hugnakvøldið.