Nógvar kommunur hava í heyst lýst við, at neyðugt er at kóka drekkivatnið, tí bakteriur hava verið í vatninum. Hetta hevur verið ein afturvendandi trupulleiki kring um landið.
Tá so ein tíð er gingin, er gjarna nýggj fráboðan komin um, at nú eru bakteriurnar burtur, og tískil kann vatnið drekkast aftur. Soleiðis hevur verið í nógvum kommunum í heyst.
Eisini Vágs kommuna lýsti herfyri við, at neyðugt var at kóka drekkivatnið hjá fólki, sum búgva á Nesi og í Fjallinum, tí bakteriur tá vóru staðfestar í vatnroyndunum, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevði kannað.
- Men, nú nýggjar royndir eru tiknar og kannaðar, er staðfest, at drekkivatnið er reint aftur, og tískil er eisini tilmælið um at kóka drekkivatnið tikin aftur, vistu tey í Vágs kommunu at siga í gjár.










