Dragan aftur í B71

Dragan Kovacevic og B71 hava gjørt avtalu fyri kappingarárið 2008. Serbin, ið var venjari hjá B71 í 2006, skal virka sum ungdómsvenjari

- B71 metir tað vera avgerandi neyðugt fyri nútíðina og framtíðina at fáa skapt karmar fyri góðari barna/ungdómsvenjing. Við Dragan hevur felagið fingið ein sera nærlagnan og dugnaligan venjara, skrivar heimasíðan hjá B71.

Dragan Kovacevic var í fjør venjari á Skála, men var sagdur úr starvinum.