Einans ein mánað aftaná, at Jacob Zuma legði frá sær sum forseti í Suður Afrika, er ákæruvaldið klárt at draga fyrrverandi forsetan í rættin fyri mutur. Sambært bretsku tíðindastovuni BBC, ætlar suðurafrikanska ákæruvaldið at royna sekstan ákærur móti Zuma fyri mutur í samband við eina vápnaavtalu, ið hevði eitt virði upp á fleiri milliardir dollarar.
Í miðdeplinum í rættarmálinum móti 75 ára gamla Jacob Zuma er ein avtala gjørd síðst í nítiárunum, ið hevði til endamáls at endurnýggja landsins verju. Avtalan hevði eitt virði á 2,5 milliardir dollarar.
Tað var meðan Jacob Zuma var varaforseti, at avtalan kom upp á pláss. Roynt varð eisini at ákæra fyrrverandi forsetan fyri hansara leiklut í avtaluni í 2005, men blivu ákærurnar heldur óvæntað sleptar stutt áðrenn hann gjørdist forseti í 2009.
Sambært BBC, so noktar Jacob Zuma seg sekan í teimum sekstan ákærunum, ið millum annað innibera tólv ákærur fyri svik, tvær fyri mutur, eina ákæru fyri svindil og eina fyri hvítvasking av pengum.
Jacob Zuma legði frá sær sum forseti í síðsta mánaði, tá hansara egni flokkur, ANC, legði trýst á hann at gevast. Tá hevði hann sitið við valdið í níggju ár.










