Neyðugt var við umdysti fyri at finna seinna finalistin í kvinnukappingini, og hesin dysturin varð spældur á Eiði í kvøld.
Og her eydnaðist Drátti at vinna 3-0.
Sigurin var tó ikki so tryggur, sum úrslitið kundi bent á.
Fyrsta settið var Dráttur omaná, men miðskeiðis í næsta settinum var Fleyr frammanfyri 13-6. Í triðja settinum fylgdust liðini sera væl, men Dráttur kom tó ikki framum, fyrr enn tað stóð 16-15 á talvuni.
Ta leiðsluna megnaði Dráttur tó at halda allan vegin heim. Ikki minst takkað verið eini stórspælandi Maju Popovic, sum vísti seg sum ein framúr hevari.
Dráttur-Fleyr 3-0 (25-22, 25-22, 26-24)










