FLOGBÓLTUR
Undan dystinum var Dráttur einsamalt oddalið í meistaradeildini hjá kvinnum við bert einum tapi. Hetta tapið kom tó í fyrsta dystinum ímóti SÍ í ár, sum var á Giljanesi, so nógv mundu hugsa, at møguliga SÍ fór at endurtaka bragdið. SÍ kundi eisini bert brúka ein sigur fyri at hanga fast í oddaliðunum.
SÍ legði bragdliga fyri
SÍ byrjaði eisini betur í dystinum. Munurin á liðunum var ikki serliga stórur, men SÍ var oman á í fyrsta setti. Kvinnurnar úr Sørvági megnaðu eisini at vinna hetta settið 25-22.
Annað settið bleiv enn meir spennandi, og her vóru liðini at kalla púra jøvn. Tey fylgdust allan vegin, og heili 28 stig máttu til, áðrenn ein vinnari var funnin. Enn einaferð dró SÍ longra stráðið og vunnu settið 28-26. Nú sá ikki gott út hjá oddaliðnum, sum skuldi vinna trý sett á rað fyri at fáa ein sigur.
Dráttur vendi dystinum
Men kvinnurnar há Drátti gjørdu í øllum førum eina roynd. Triðja settið vann Dráttur 21-25, og nú var dysturin aftur opin. Í fjórða setti megnaði oddaliðið enn einaferð at vinna, og úrslitið í hesum settinum gjørdist 22-25. Nú skuldi ein avgerandi javnbrótari til fyri at finna ein vinnara, og enn einaferð vísti oddaliðið rætta viljan, og tær vunnu javnbrótaran 12-15. Sostatt er Dráttur enn einsamalt oddalið í bestu kvinnudeildini, meðan SÍ misti týðandi fet í teirra medaljustríði.









