Dráttur steðgaði sigursrøðini hjá SÍ og vann seg í FM-finaluna

Dráttur-SÍ 3-2 (23-25, 25-20, 25-21, 18-25, 15-12)

Í einum góðum og spennandi dysti, sum hevði alt tað, ein grannauppgerð skal hava, eydnaðist tað Drátti at koppa grannunum úr Sørvági. Dysturin var sera undirhaldandi fyri væluppløgdu áskoðararnar, tí einki av liðunum vildi lata hitt liðið vinna, og kempaðu tey tí til síðsta bólt í væl spælda fimm-settaranum, skrivar Flogbóltssambandið.

Fyrsta sett var javnt inntil ímóti endanum, tá SÍ dró frá. Dráttur kom tó aftur, men tað var ikki nokk til at kunna vinna sær settið, sum endaði 25-23 til SÍ.

At byrja við var annað sett javnt eins og fyrsta, men Dráttur kláraði at vinna sær eina trygga leiðslu við góðum servum og góðum móttøkum. Hinvegin vóru tað í hesum settinum fleiri servifeilir frá SÍ, og varieraðu álopini frá Drátti gjørdu tað ringt hjá SÍ at stilla blokkin rætt. Dráttur vann hetta settið 25-20.

Triðja sett var eisini javnt, men tá støðan var 16-15, fór Eyðrið aftur at serva fyri Drátt og kláraðu tær tá at leggja seg nakað fram um. Afturat hesum var tað framúr góða verjuspælið, sum gjørdi, at SÍ ikki megnaði at vinna síni álop, og tí fór Dráttur avstað við settinum, sum endaði 25-21.

Byrjanin av fjórða setti líktist teimum undanfarnu. Munurin í hesum settinum var, at Janna hjá SÍ megnaði at finna tað góða servitrýstið fram, og tí kláraðu tær at leggja seg so mikið nógv fram um, at Dráttur ikki kláraði at fáa tær aftur, og SÍ vann 25-18.

Hóast Dráttur var frammanfyri alt fimta sett, so manglaði spenningurin ikki. Tá støðan var 10-8 til Drátt, sást hvussu nógv liðini løgdu fyri at vinna dystin, tí tá kom ein sera long duell, har bæði liðini kempaðu fyri at fáa góðu álopini frá mótstøðuliðinum upp aftur í spæl, men tað endaði við, at Dráttur vann duellina. Hetta kom eisini fyri við støðuna 14-10, men hesa ferð vóru tað SÍ-kvinnurnar, ið drógu longra stráðið og megnaðu at vinna bóltin, og enn livdi vónin um at vinna dystin.

Soleiðis vildi Dráttur tað ikki, og tí endaðu tær við at vinna settið 15-12, og harvið dystin 3-2. So statt hevur Dráttur eisini spælt seg í FM-finalurnar, har mótstøðuliðið er – SÍ!

Við teimum báðum seinastu dystunum teirra millum í minninum – steypafinalan og dysturin í dag; báðir 5-settarar – gleða vit okkum til finalurnar, sum verða spældar 1. og 3. apríl.

Ein dystur í dag

í dag, sunnudagin, er ein dystur í meistaradeildini hjá kvinnum. Hann er ímillum Fleyr og TB og verður spældur í Gundadalshøllini kl. 15. Tann dysturin er, eftir sigurin hjá Drátti, farin at snúgva seg um bronsu heldur enn gull. Við sigri á KÍF legði Mjølnir seg fyribils á bronsuplássið, men tað eigur Fleyr aftur, vinnur liðið á TB. Bronsan verður so avgjørd í seinasta umfarinum um eina viku, tá Fleyr vitjar KÍF og Mjølnir vitjar SÍ.

Í meistaradeildini hjá monnum spæla Fleyr og ÍF í Gundadalshøllini í dag klokkan 17.