Dráttur og Mjølnir framvegis stavn um stavn

Tey bæði fremstu kvinnuliðini vunnu í hvør sínum lag 3-0 um vikuskiftið, og einki verður avgjørt fyrr enn á seinasta leikdegi


 

Flogbóltur, meistaradeild kvinnur


Í meistaradeildini hjá kvinnum er framvegis spenningur. Dráttur og Mjølnir hava sína egnu kapping, og hon er so jøvn, sum hon nú einaferð kann vera. Dráttur var leygardagin í Havn og spældi ímóti Fleyr. Hesin dysturin hevði alstóran týdning, tí hann skuldi vinnast 3 ? 0, og tað megnaðu kvinnurnar í Drátti. Fleyr var við í dystinum, men Dráttur er sterkari serliga í álopinum, og tí var lítil og eingin ivi um úrslitið.

Mjølnir hevði heimadyst ímóti ÍF, og har var als ongin ivi. Mjølnir sendi ÍF heim aftur við einum stórtapi, og Mjølnir vísir satt meistaraspæl nú. Øll mótstøða verður kveistrað burtur. Spell, at Mjølnir og Dráttur ongan dyst hava eftir hvørt ímóti øðrum, men kanska Drátturkappingin fellur soleiðis, at finalan verður millum hesi liðini. Tað kundi verið áhugavert. Seinasta leikumfarið er næsta vikuskifti, og tá spæla Fleyr og Mjølnir í Gundadalshøllini í Havn, og á Giljanesi spæla Dráttur og Fossanes. Dráttur hevur tí á pappírinum lættari uppgávu, men tað sigur so lítið.

Bronsustríðið stendur ímillum TB og ÍF, og dystur er á skránni næsta vikuskifti millum júst hesi liðini. Tað liðið sum vinnur fær bronsuna.