Seinastu dystirnar hevur Dráttur havt sera gott tak á Fleyr. Seinasta dystin í fjør vunnu tær og í ár hevur gongdin verið tann sama. Fyrsta landskappingardystin vunnu tær og í FK-kappingini vunnu tær eisini.
Bæði liðini høvdu spælt leygardagin eisini og tað sást á brøgdum, at tað vóru Fleyr-kvinnurnar, sum vóru mest merktar av leygardagsdystinum. Tann dystin vunnu tær móti TBa, meðan Dráttur tapti fyri Mjølnir.
Dráttur-kvinnurnar høvdu nakað at vísa sunnudagin og tað var, at fyri tað at tær høvdu tapt móti Mjølni leygardagin, so skuldi Fleyr ikki væntað at fáa ein lættan dyst sunnudagin.
Dráttur legði hart út frá byrjan og settu seg á dystin beinanvegin. Sum nevnt aðrastaðni í blaðnum eru tær sterkar á heimavølli og tað kom eisini týðuliga til sjóndar sunnudagin. Servurnar vóru góðar og tá móttøkuspælið hjá Fleyr ikki »koyrdi« sum tað skuldi, so høvdu vágagenturnar enn lættari spæl.
Fyrsta sett endaði við 15-11 sigri til Drátt. Tær hildu áfram í øðrum setti, sum tær vunnu 15-10.
Gongdin var tann sama í síðsta settinum. Dráttur var omaná og Fleyr hevði ilt við at fylgja við. Settið endaði eisini við greiðum sigri til Drátt, 15-8, sum sostatt vann dystin 3-0.