Forsetin í Eysturtimor, José Manuel Ramos-Horta, slapp óskalaður frá einari drápsroynd í morgun Myndugleikarnir í Eysturtimor siga, at José Manuel Ramos-Horta, slapp við lívinum, tá nakrir vápnaðir menn lupu á hús hansara í høvuðsstaðnum Dili í morgun. Ein trygdarmaður og tveir av álopsmonnunum doyðu.
Um somu tíð søktu vápnaðir menn at húsunum hjá Xanana Gusmao, forsætisráðharra, men hann slapp frá álopinum uttan mein.
Hildið verður fyri vist, at tað er ein fyrrverandi heryvirmaður, sum hevur skipað fyri báðum álopunum. Hann hevur hótt við at gera uppreistur ímóti stjórnini og forsetanum.
Ramos-Horta fekk Nobel-friðarheiðurslønina í 1996 fyri sítt friðarliga stríð ímóti ondonesiska hersetingarvaldinum í Eysturtimor.










