Drápsmál verður kannað í Uummannaq

Í gjár fekk løgreglan í Grønlandi fráboðan um eina 30 ára gamla kvinnu, sum varð funnin deyð í íbúð sínari í Uummannaq.

Seinnapartin gamlaársdag fekk løgreglan í Grønlandi eina fráboðan um eina 30 ára gamla kvinnu, sum varð funnin deyð í íbúð sínari í Uummannaq.

 

Vaktleiðarin hjá grønlendsku løgregluni, Gedion Quist, sigur við www.sermitsiaq.ag, at málið nú verður kannað sum drápsmál.

 

- Ein 32 ára gamal maður er handtikin, og hann skal nú til grundlógaravhoyr við kravi um varðhaldsfongsling, leggur vaktleiðarin aftrat, sum kortini ikki hevur fleiri upplýsingar  um málið í løtuni.