Bólkurin av springarum, ið fyrr í morgun bleiv funnin norðanfyri Kollafjørð, hevur nú gjørt landgongd í Hvalvík. Tað upplýsir Janus Egholm, grindaformaður í Hvalvík og Streymnesi, ið metir talan er um yvir 100 hval.
- Eg dugi ikki at meta um hvussu stórur bólkurin er, men tað er í minsta lagi omanfyri hundrað hvalir. Umleið tíggju bátar vóru við í rakstrinum, men nógv fólk vóru á landi, sigur grindaformaðurin.
Tað gekk ikki nógv meira enn ein tími frá tí, at bólkurin bleiv funnin til drápið var liðugt. Grindaformaðurin lat eisini væl at drápinum.
- Springararnir vóru so spakir, at teir blivu bara leiddir inn. Tað var ikki neyðugt at høgga. So drápið gekk ordiliga væl, sigur Janus Egholm.
Tað var um tíggju tíðina í morgun, at ein bátur fann ein bólk av springarum norðanfyri Kollafjørð, nærhendis landsfjósið hjá Landsverk.
Hetta er aðru ferð í ár, at springarar verða hildnir til í Hvalvík. Fyrru ferðina var 8. juni, tá 11 springarar gjørdu landgongd.