Danska sjónvarpssendingin Fodboldmagasinet på græs hevur ein fastan tátt í sendingini, sum teir nevna úttalutænastan.
Tað munnu vera mangir danskarar, sum hava ilt við at lesa mongu nøvnini á útlendsku fótbóltsspælarunum í donsku kappingini. Nøvnini á spælarum úr Afrika, Asia og eysturevropa geva dønum eina ávísa avbjóðing, men føroysku nøvnini kunnu eisini arga.
Brandur Olsen klára tey flestu nokk at úttala, men hvussu við Gilla Rólantsson? Tí hava Fodboldmagasinet på Græs og ítróttarviðmerkjarin Andreas Kraul biðið Gilla fortelja danska fólkinum, hvussu navnið skal úttalast.
Kykmyndin er at síggja á facebooksíðuni hjá DR Sporten.