Nógv fólk kring øll norðurlond eru sera spent uppá hvussu Ísland fer at klára seg í EM-fjórðingsfinaluni ímóti Fraklandi á Stade de France leikvøllinum í París í kvøld klokkan 20.
Nú bjóðar DR sínum hyggjarum at sígga dystin inni á heimasíðuni dr.dk við íslendskum frásøgumonnum, so teir danir, sum veruliga vilja hava eina autentiska uppliving kunnu fáa eina størri uppliving.
Fyri at hyggjararnir skulu fáa meir burturúr at hyggja eftir dystinum við íslendskari talu hevur DR gjørt ein lista við 30 íslendskum fótbóltsorðum og fótbóltssetningum, so hyggjararnir kunnu hava listan hjá sær, og annars læra seg orðini og setningarnar uttanat.
Tað ber til at fara inn á hesa slóðina og læra tey 30 íslendsku fótbóltsorðini og fótbóltssetningarnar. Uttan iva er onkur føroyingur, sum eisini kundi hugsað sær at dugað hesar uttanat: http://www.dr.dk/sporten/uefa-em-2016/islandsk-fodbold-parloer-beint-i-rassinn