DR journalistar fáa Cavlingvirðislønina

Cavlingvirðislønin 2005 verður í dag handað tveimum journalistum fyri DR- dokumentarsendingina Hævet over mistanke um viðferðina, ein ungur drongur fekk í samband við handtøku. Drongurin doyði í politivarðhaldinum


Fyrr í vikuni varð kunngjørt, at høgt metti journalistheiðurin, Cavlingvirðislønin, hesuferð verður latin sjónvarpsjournalistunum Michael Klint og Christian Andersen fyri dokumentarsendingina Hævet over mistanke, sum varð send á DR1 í november í fjør.
Virðislønin verður handað í dag, og í grundgevingini sigur Calvlingnevndin millum annað:
- Hævet over mistanke er ein sjáldsama væl søgd sjónvarpssøga, sum vísir týdningin av kannandi og samfelagsviðkomandi journalistikki í eini tíð, har grunnar og lættisoppakendar sendingar seta dám á stóran part av sendiflatuni í donskum sjónvarpi.
Rættartrygd í vanda
Hævet over mistanke er framhald av sendingini Under anklage. Hetta var fyrra sendingin Michael Klint og Christian Andresen gjørdu um málið, har ein 21 ára gamal drongur varð handtikin og stutt eftir doyði í politivarðhaldinum. Í sendingini dokumentera journalistarnir vantandi viljan hjá mynduleikunum at kanna málið til botns, hóast orsøkin til deyðstilburðin frá byrjan var sera ógreið.
Sendingin førdi til eina kanning, har ríkisákærin í Aalborg staðfesti, at ongin orsøk var at finnast at politinum í hesum sambandi. Eisini staðfesti Rættarlæknaráðið, at drongurin varð deyður av nátúrligum orsøkum. Teir báðir journalsitarnir góðtóku tó ikki hesa niðurstøður, og í Hævet over mistanke lata teir høgt mettar útlendskar rættarlæknar meta um málið. Og eisini hesir sáa álvarsaman og vælgrundaðan iva um bæði deyðsorsøk eins og viðferðina av unga manninum í varðhaldinum.
Út frá óvanliga ítøkiligum dømum varpar sendingin soleiðis enn einaferð ljós á spurningin um, hvussu hóskandi tað er, at politiið kannar seg sjálvt í slíkum málum  og ivast harvið av álvara í rættartrygdini hjá borgaranum.
Ímóti rákinum
Sendingarnar hava vakt miklan ans og kjak í donskum fjølmiðlum og eru fyribils orsøkin til, at teir báðir Michael Klint og Christian Andersen nú fáa størsta danska journalistheiðurin yvirhøvur. Í hesum sambandi sigur Michael Klint við Ritzau
- Vit eru í einum ráki, har flestu sjónvarpssendingar royna at vera so undirhaldandi, sum gjørligt. Tí er tað ikki minst týdningarmikið, at sendingar, sum hesar, eisini verða gjørdar. Og so er tað  fantastiskt at fáa eina virðisløn, sum tínir starvsfelagar eisini eru við til at lata. Tey hava hugt at søguni og sagt Hetta er sannur journalistikkur.
 
Fakta:
Cavlingvirðislønin kom í lag í 1944 í sambandi við 40 ára hátíðarhaldið hjá Dansk Journalistforbund og til minnis um stovnaran av felagnum, journalistin og rithøvundan, Henrik Cavling
Virðislønin verður hvørt ár latin einum ella fleiri journalistum, sum hava víst serlig evni óg áræði í undanfarna ári
Umframt eina standmynd av Henrik Cavling fylgja 20.000 kr við virðislønini