Drúgvur túrur hjá Smyrli

Smyril, sum fór av Tvøroyri klokkan sjey í morgun, slapp ikki at bryggju í Havn fyrr enn um eitt-tíðina Eftir ætlanini skuldi Smyril leggja at í Havn klokkan 9, men tann nógvi vindurin gjørdi, at skipið slapp ikki inn í havnina og noyddist tí at bíða í Nólsoyarfirði.

Ikki fyrr enn um eitt-tíðina slapp Smyril at bryggju í Havn. Tá hevði hann ligið fýra tímar og bíðað eftir betri líkindum. Seinkingin ger, at Smyril broytir ferðaætlanina í dag og siglir bara til Tvøroyrar kl. 18.30, skrivar Suðuroyarportalurin.

Illveðrið hevur eisini órógvað Bussleiðina í Havn og Bygdaleiðir. At kalla allar leiðirnar hjá Bygdaleiðum koyra ikki fyri veður, og fleiri bussar hava fingið skaða í vindinum, sigur útvarpið hjá Kringvarpinum.